Patrik og liðfelagarnir ruku út úr steypakappingini

Breiðablik mátti lúta fyri liði úr næstbestu fótbóltsdeildini

Hóskvøldið spældu Patrik Johannesen og liðfelagarnir dyst á útivølli í íslendsku steypakappingini móti Keflavík úr næstbestu deildini.

 

Breiðablik var greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum, men tað bleiv Keflavík sum framdi eina steypasensasjón við at senda Breiðablik úr kappingini.

 

Sami Kamel legði Keflavík á odda tá eitt lítið korter var farið av dystinum, og hann økti til 2-0 tá ein tími var leiktur av dystinum. Kristofer Ingi Kristinsson minkaði um munin tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini, og Breiðablik setti Patrik í álopið seinastu løtuna, men tað eydnaðist ikki at demma upp fyri steypasensasjónini hjá Keflavík.

 

Víkingur Reykjavík megnaði uttan Gunnar Vatnhamar í hópinum at vinna stórsigur 4-1 á Viðir úr fjórðbestu deildini.

 

Komandi sunnudag klokkan 19.30 spælir Breiðablik á útivølli móti KR í bestu íslendsku deildini. Sama dag klokkan 17.15 tekur Víkingur Reykjavík móti KA Akureyri á heimavølli.