Burn Showdown: Fyrstu greinarnar avgreiddar

Evropameistarin Sonni Eliasen vann sína grein í Kettlebell - Eisini Vektlyftingin er avgreidd

Burn Showdown byrjaði í dag við tveimum greinum. Tær vóru Kettlebell og vektlyfting.

Úrslitini av hesum kunnu lesast niðanfyri:

 

 

Í vektlyfting luttók bert ein kvinna. Tað var Kiki Andersen, ið vann kappingina við 212,32 Sinclair stigum. Hetta eru stig, ið verða roknaði út frá hvussu nógv er lyft í mun til kropsvekt.

 

 

Hjá monnum var støðan hendan

1.Espen Bragason - 288,23 Sinclair stig

2. Eyðun Mortensen - 237,99 Sinclair stig

3. Marius Thomassen - 194, 08 Sinclair stig

4. Niels Juel Arge - 181,87 Sinclair stig

5. Rói Hjaltalin - 142,44 Sinclair stig

 

 

Kettlebell

Í Kettlebell luttók ein kvinna í greinini Snatch. Tað var Cecilia Simonsen, ið avgreiddi venjingina upp sjey minuttir og 50 sekund

 

 

Í greinini Long Cycle fyri kvinnur vann Unnur Fonn frammanfyri Miriam og Katarinu.

 

Hjá monnum í Long Cycle vann nýklakti evropameistarin, Sonni Eliasen sum væntað. Hetta var frammanfyri Magnus Paula Glerfoss.

Sonni Eliasen nýtti høvið at vísa síni tvey EM-gullheiðursmerki fram til fagnað fyri áskoðararnar.

 

 

In.fo hevur tíverri ikki eftirnøvnini á kvinnuluttakarunum í Kettlebell í løtuni