Dia Midjord er varin optimist

(Rás2) Hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við venjaran hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti, Dia Midjord

Í kvøld klokkan 19 spæla Føroyar og Serbia í EM-undankappingini í kvinnuhondbólti. Føroyska liðið er nakað skert, men tað gevur tveimum ungum spælarum møguleikan at sleppa framat. Fyri Serbia er kendi spælskiparin, Andrea Lekic, ikki við.

 

 

Spælarar sum Kristianna H. Joensen, Siw Matras, Ninna Katrin Johansen og Liljan Djurhuus eru ikki við á føroyska liðnum av ymiskum orsøkum. Tað hevur gjørt, at pláss er fyri Súnu Krossteig Hansen úr Kyndli og Mariu Halsdóttir Weyhe úr H71. Tær eru valdar til árins ungi spælari seinastu tvey árini.

 

 

Kristianna H. Joensen, sum spælir í Danmark, hevur eisini spælt ein stóran leiklut á landsliðnum higartil. Hon lesur til lækna og hevur próvtøkur um hetta mundið.

 

 

-Hon lesur í løtuni til lækna og skal til próvtøkur. Hon er týdningarmikil, tí hon kann spæla í álopi og í verju, samstundis sum hon dekkar fleiri pláss á vøllinum, sigur hjálparvenjarin á landsliðnum, Sophus Dal-Christiansen.

 

 

Avboðið hjá Ninnu Johansen ger, at føroyska liðið hevur ongan láman høgra vong. Higartil eru áleið helmingurin av føroysku málunum komin frá vonginum. Her er vónin, at føroyska liðið klárar at fáa fleiri mál frá øðrum pørtum av vøllinum.

 

 

Serbia vann fyrra dystin móti Føroyum 36-20. 

 

 

Føroyska liðið er ikki fullmannað, men mett verður, at liðið hevur lært nógv av at spæla fýra EM-undankappingardystir. Tí er vónin, at Serbia fær færri enn tey 36 málini seinast, meðan okkara fáa nøkur fleiri.

 

 

Rás2 sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 19.

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við føroyska landsliðsvenjaran, Dia Midjord, ið er varin optimist og hevur vónir um, at føroyska liðið kann fáa eitt munandi betur úrslit enn niðri í Serbia tá 16 mál vóru á muni.



Tey hevði eisini gjørt góðan hjá føroyska kvinnulandsliðnum, at øll hondbóltshugað fólk møttu upp og stuðlaðu liðnum væl í stórhøllini á Hálsi í Havn.