Dreymurin er OL-gull

Venjarin hjá Sverra Sandberg Nielsen metir tað ikki vera ósannlíkt, at hann megnar tað.

Føroyski rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, ger av álvara um seg í Danmark, har hann í síðstu viku var høvuðssøgan tá ið hann í róðuri sínum framleiddi mest watt Team Danmark nakrantíð hevði sæð.


Sjónvarpsrásin TV2 Sport hevur í dag eitt innslag um 23 ára gamla føroyska rógvaran, og har avdúkar hann, at dreymur hansara er at vinna OL-gull í Tokyo um trý ár. Tó er okkurt, ið skal betrast fyrst.


- Eg skal rógva betur, vera meira effektivur og flyta bátin við minni megi, sigur hann millum annað í innslagnum.


Í fyrstu atløgu krevst, at Sverri Sandberg Nielsen megnar at rógva seg til OL, men venjari hansara, Brian Richardson, er vónríkur.


- Ger hann tað, og tað vænti eg at hann ger, so er eitt heiðursmerki ella líknandi stórt úrslit til at røkka, sigur hann við TV2 Sport.


Innslagið hjá TV2 Sport um Sverra Sandberg Nielsen sæst HER.