Dystirnir skulu avgerast

Hálvfinalurnar kunnu enda við brotskastskapping

Les eisini: Soleiðis verða hálvfinalurnar leiktar

 

Tá ið VÍF og H71 fara undir hálvfinalunarnar, fáa vit fyri fyrstu ferð at síggja nýggja endaspælið í verki.

Tí tað er ikki eins og í hálvfinalunum í steypakappingini, har ein savnaður vinnari skal finnast eftir tveir dystir, og ei heldur er tað eins og í undanfarnu FM-finalunum, har ið dystir kundu enda við javnleiki.

 

Nú snýr tað seg um at vinna hvønn dyst, og tað er einki sum eitur javnleikur longur.

Tað stendur soleiðis í kappingarreglunum hjá HSF:

 

"Í endaspælinum skal vinnari skal finnast í hvørjum dysti. Er javnleikur eftir vanliga leiktíð, skal dysturin avgerðast við longdari leiktíð á tvær ferðir fimm minuttir. Er dysturin hareftir ikki avgjørdur, skal brotskastkapping avgera dystin, har liðini skjóta fimm brotskøst hvør. Stendur hareftir á jøvnum, verða at skjóta eitt brotskast hvør, til dysturin er avgjørdur."

 

Í hálvfinalunum er tað fyrsta liðið, ið vinnur tveir dystir, ið sleppir í finaluna. Tað vil siga at tað verða upp í tríggir dystir í hvørjari hálvfinalu.


In.fo væntar at flestu dystirnir vera so mikið javnir at tað er mikið sannlíkt at vit fáa onkra longda leiktíð at síggja, og tað er als ikki óhugsandi at onkur brotskastskapping fer at avgera dystir.