FAKTA: Tíggju teir størstu fótbóltshandlarnir

Neymar er heimsins dýrasti fótbóltsspælari eftir skiftið til Paris Saint-Germain fyri 1,65 milliardir krónur.

 

Fótbóltsstjórnan Neymar skiftið alment il Paris Saint-Germain í gjár í heimsins dýrasti fótbóltshandli.

 

Her eru teir tíggju dýrastu handlarnir í fótbóltssøguni:

 

1. Neymar úr FC Barcelona til Paris Saint-Germain (2017), 222 milliónir evrur (umleið 1,65 milliardir krónur).

 

2. Paul Pogba úr Juventus til Manchester United (2016), 105 milliónir evrur (umleið 781 milliónir krónur).

 

3. Gareth Bale úr Tottenham til Real Madrid (2013), 100,8 milliónir evrur (umleið 749 milliónir krónur).

 

4. Cristiano Ronaldo úr Manchester United til Real Madrid (2009), 94 milliónir evrur (umleið 699 milliónir krónur).

 

5. Gonzalo Higuain úr Napoli til Juventus (2016), 90 milliónir evrur (umleið 669 milliónir krónur).

 

6. Neymar úr Santos til FC Barcelona (2013), 88,2 milliónir evrur (umleið 656 milliónir krónur).

 

7. Romelu Lukaku úr Everton til Manchester United (2017), 85 milliónir evrur (umleið 632 milliónir krónur).

 

8. Luis Suarez úr Liverpool til FC Barcelona (2014), 82,3 milliónir evrur (umleið 612 milliónir krónur).

 

9. Alvaro Morata úr Real Madrid til Chelsea (2017), 81,7 milliónir evrur (umleið 607 milliónir krónur).

 

10. James Rodríguez úr Monaco til Real Madrid (2014), 79,8 milliónir evrur (umleið 593 milliónir krónur).

 

Kelda: AFP

/ritzau/