FSF: Forsetin stillar upp aftur

Allir, sum standa fyri afturvali, stilla uppaftur

Í dag er seinsta freist at stilla upp til forsetavalið í fótbóltssambandinum. Sitandi forsetin, Christian F. Andreasen, boðar nú frá, at hann er stillaður upp.

 

Les eisini: FSF forseti: Seinasta freist at stilla upp í dag

 

- Eg eri uppstillur til komandi FSF-forsetaval. Formelt eru tað KÍ, Víkingur, ÍF, Skála, NSÍ og B68, sum hava stillað meg upp. Tað er í samráð við onnur feløg eisini, sigur Christian F. Andreasen, sum hevur verið forseti í FSF síðani 2010.

 

Í starvsnevndini standa Róin Schrøter, Jákup Martin Joensen og Fríðin Ziskason fyri afturvali. Allir stilla upp aftur og sum skilst, so verður talan ikki um stríðsval til nakran av starvsnevndarsessunum.

 

Tað hevur í dag ljóðað, at Høgni í Stórustovu umhugsar at stilla upp til forsetavalið. Hann sigur í viðmerking til Norðlýsið, at hann hevur onga viðmerking til søgurnar, men vísir á, at eitt felag má stilla hann upp.

 

Freistin at stilla upp til forsetavalið í FSF er í dag, tíggju dagar áðrenn aðalfundin, sum verður leygardagin 18. feburar.