Fyrrverandi B71 venjari venur Malta

Gamal kenningur úr føroyskum fótbólti er landsliðsvenjari hjá Malta

Lutakast til UEFA Nations League kappingina hevur verið í dag, har Føroyar er komið í bólk saman við Kosovo, Malta og Aserbadjan.

 

Merkisvert við einum av mótstøðuliðunum er, at ein gamal kenningur úr føroyskum fótbólti venur tað eina av teimum londunum.

 

Tað er hjá Malta, har fyrrverandi B71 venjarin, Tom Saintfiet, er venjari. Tom Saintfiet var kappingarárini 2002 og 2003 venjari hjá B71, sum tá spældi í næstbestu føroysku deildini.

 

Síðani tá hevur Tom Saintfiet verið víða um. Millum annað hevur hann verið landsliðsvenjari hjá Namibia, Zimbabwe, Etiopia, Yemen, Malawi, Togo, Bangladesh og Trinidad/Tobago. Í november 2017 var Tom Saintfiet settur sum venjari hjá Malta.