H71 vann aftur

Kvinnurnar hjá H71 eru framvegis ósigraðar eftir sigur á Stjørnuni

H71 - Stjørnan 29-25 (14-13)

 

Oddaliðið í SMS-deildini, H71, tók í dag móti Stjørnuni í Hoyvík.

Dysturin gjørdist nakað javnur, men H71 hevði hug at vera eini tvey mál á odda. Sostatt var hálvleiksstøðan eisini 14-13 til hoyvíksgenturnar.

 

Í seinna hálvleiki helt sama dystarmyndin fram. Ein sat við kensluni av, at H71 hevði tamarhald á dystinum, hóast tað ikki eydnaðist at sleppa meira enn eini tvey mál frá Stjørnuni.

Men tá ið einir tíggju minuttir restaðu í kom avgerðin. H71 revsaði nøkur mistøk frá Stjørnuni, so at munurin vaks upp í seks mál, og hesum megnaði Stjørnan ikki at taka aftur.

Endaliga úrslitið gjørdist 29-25 til H71.

 

Málskjúttar hjá H71:

Maria H. Weyhe 9, Marita Mortensen 6, Guðrið á Borg 6, Karin Simonsen 3, Eva Barba Arge 2, Durita T. Joensen 1, Katrin G. Højsted 1, Anna á Steig 1

 

Málskjúttar hjá Stjørnuni:

Mina Sirdal 9, Sonja Sirdal 5, Tóra Eliasen 3, Kristina Poulsen 2, Katrin Bertholdsen 2, Raluk Nagy 2, Hervør Olsen 1, Judith Dam Jacobsen 1