Hallur bleiv spardur

Liðfelagarnir í AC Horsens fáa av grovfíluni. - Katastrofa, sigur venjarin.

Seinasti venjingardysturin hjá AC Horsens í vetrarsteðginum áðrenn Superligan byrjar aftur varð spældur í dag, tá ið AC Horsens tapti 2-1 ímóti Esbjerg. Hallur Hansson var ikki við í hópinum.


Ein skaði í fótinum hevur havt við sær, at Hallur Hansson í vetur hevur verið undir skurði. Hann og fleiri aðrir vóru smáskaddir og vóru tískil spardir í dagsins dysti ímóti Esbjerg.


Tað var kanska líka frægt, tí teir, sum spældu dystin í dag, fáa av grovfíluni frá Horsens Folkeblad, ið skrivar, at AC Horsens rakti botnin. Venjarin, Bo Henriksen, var heldur ikki nøgdur.


- Vit fingu tað, ið vit høvdu uppiborið. Vit gjørdu alt, sum vit ikki skuldu gera. Vit stríddust ikki, og vit stríddust ikki fyri hvønn annan. Um eg skal siga tað pent, so var hetta miðal, og um eg skal siga tað beint fram, so var hetta ein katastrofa, sigur hann við Horsens Folkeblad.


AC Horsens spælir fyrsta dystin eftir vetrarsteðgin komandi fríggjakvøld, tá ið oddaliðið, FC Midtjylland, kemur á vitjan á CASA Arena í Horsens.