Hesir skulu venja greipuvinnararnar

Flemming Raben og Christoffur Gert Nielsen skulu venja kyndilskvinnur

Tað er nú greitt, at Flemming Raben og Christoffur Gert Nielsen skulu venja kyndilskvinnur komandi kappingarár, ístaðin fyri Daniel Gordo Rios og Sophus Dal Christiansen. Kyndil er greipuvinnari í ár.

 

Flemming Raben hevur fleiri royndir innan føroyskan hondbólt. Hann hevur fyrr vant kyndilskvinnur, neistakvinnur og verið kvinnulandsliðsvenjari. Christoffur Gert Nielsen hevur verið ungdómsvenjari seinastu tíggju árini. Fimm ár í Danmark og síðani fimm ár í Kyndli. Báðir hava divisiónsvenjaraútbúgvingina hjá DHF, boðar heimasíðan hjá Kyndli frá.

 

Kyndil vann bæði steypakappingina og FM í ár. Í báðum førum móti Neistanum. Kyndil takkar eisini greipuvinnandi venjarunum fyri arbeiðið.

 

- Vit villa eisini takka Daniel Gordo Rios fyri gott og læruríkt kappingarár, og ikki minnst eisini takka Sophus Dal Christiansen fyri alt arbeiði, hann hevur lagt í kvinnurnar nógv tey síðstu árini. Hann hevur verið við líka frá uppbyggjan til Europacup og at hava vunnið "The Double", skrivar heimasíðan hjá Kyndli.