Hugdi at Netflix heldur enn lagnudysti

Norski landsliðsvenjarin hevði ongan áhuga í at síggja dystin, sum avgjørdi alt fyri Noreg.

Við 35-26-sigri á Ungarn í gjár hevði Noreg gjørt hvat teir kundu fyri at røkka hálvfinaluni í HM-endaspælinum í hondbólti, men teir máttu framvegis dúva upp á, at Svøríki ikki vann við trimum ella fýra málum ímóti Danmark í norðurlendska brakinum í gjárkvøldið.


Landsliðsvenjarin hjá Noregi, Christian Berge, ætlaði sær tó ikki at hyggja at dystinum ímillum Danmark og Svøríki, hóast tað var í hesum dystinum at norska lagnan lá.


- Eg fari ikki at vera í høllini. Eg fari í skiftirúmið, bíða eftir bussinum og so koyra til hotellið. Eg fái ikki gjørt nakað við tað, sum hendir her kortini. Eg fari bara at taka tað róligt á hotellinum,. Eg fari at hyggja at Netflix, segði hann við VG eftir sigurin á Ungarn.


Eftir at øllum at døma helt hann orð, tí tá ið hann og liðskiparin, Bjarte Myrhol, tosaðu við fjølmiðlarnar á hotellinum eftir at tað var greitt teir vóru komnir í hálvfinaluna, sló hann fast, at hann hevði hugt at Netflix.


- Tað var fantastiskt. Eg sá ikki nógv av dystinum, men eg hoyrdi fagnað niðri í gongini, og tá vaknaði eg, segði Christian Berge, sum segði seg hava hugt at ”Wild Planet” hjá David Attenborough.


HM-hálvfinalur í morgin:

Frakland – Danmark (Fríggjadagin kl.16.30)

Týskland – Noreg (Fríggjadagin kl.19.30)