Kolumbia hevur reist seg aftur

Eftir ein marrudyst í fyrsta umfari, so hevur Kolumbia veruliga reist seg í kvøld

Kolumbia hevur í kvøld vunnið 3-0 á Póllandi í bólki H í HM-endaspælinum í Russlandi. Sigurin merkir at Kolumbia enn hevur møguleikan at koma víðari, meðan Pólland nú er úti av HM.

 

Bæði Pólland og Kolumbia tapu í fyrsta umfari í bólkaspælinum. Sermerkt við ósigrinum hjá Kolumbia fyri Japan var, at liðið fekk ein spælara útvístan aftaná tríggjar minuttir. Í dag gekk væl betri.

 

Í fyrra hálvleki stútaði miðverjin, Yerry Mina, bóltin í málið, eftir stutt hornaspark. Miðverjin, sum skifti til FC Barcelona í vetur, stóð sterkur í myndini í dag, har pólska stjørnan, Robert Lewandowski, hevði tað trupult.

 

Í seinna hálvleiki øktu Radamel Falcao og Juan Cuadrado til fyrst 2-0, og síðani til úrslitið 3-0. Kolumbia tóktist hava munin á Póllandi at kalla allan dystin.

 

Pólland – Kolumbia 0-3 (0-1)

0-1 Yerry Mina, 40

0-2 Radamel Falcao, 70

0-3 Juan Cuadrado, 75

 

Støðan í bólkinum:

1.    Japan 4 (Stig)

2.    Senegal 4

3.    Kolumbia 3

4.    Pólland 0