Kosovo hevur fingið olympiska viðurkenning

Kosovo gerst limaland nummar 205. Føroyar bíða framvegis á 31. ári

Stórur fagnaður er millum øll ítróttarfólk í Kosovo. 

 

Í vikuni gjørdist greitt, at Kosovo gerst limur nummar 205 í altjóða olympiska felagsskapinum, IOC. Hetta gjørdist greitt á aðalfundinum hjá IOC í Monte Carlo, sum var fyrr í hesari vikuni.

 

Kosovo loysti frá Serbia í 2008. Serbia vil tó ikki viðurkenna Kosovo, sum eitt sjálvstøðugt land. Tó hava 108 av teimum 193 limalondunum í ST viðurkent Kosovo, sum eitt sjálvstøðugt land.

 

Kosovo hevur altjóða viðurkenning í seks ítróttargreinum. Tær eru borðtennis, bogaskjóting, judo, sigling, vektlyfting og nýmótans penathlon. 

 

Á seinastu olympisku summarleikunum í London á sumri 2012 kappaðist ein kosovobúgvi fyri bróðirlandið, Albania. Tað var judo-íðkarin, Majlindi Kelmendi, og eingin ivi er um, at tað verður hon, sum kemur at bera flaggið hjá Kosovo, tá olympisku summarleikirnir verða í Rio de Janeiro í Brasil á sumri í 2016. 

 

Hashim Thaci, forsætisráðharri í Kosovo kom við einari almennari fráboðan, har hann ynskti øllum kosovanskum ítróttarfólkum tillukku, og segði seg gleða seg til løtuna, tá Majlindi Kelmendi fór at bera flaggið hjá Kosovo inn á olympiska leikvøllin í Rio á sumri í 2016.

 

Føroyingar droyma um, at Pál Joensen skal bera Merkið inn á sama leikvøll um hálvtannað ár, men í skrivandi stund sær svart út. Føroyar søktu um olympiska viðurkenning í 1984, men vit bíða á 31. ári eftir olympisku viðurkenningini.