Kvinnurnar hjá H71 spæla í kvøld

Dystirnir ímóti eysturríkska mótstøðuliðnum, SC Ferlach, verða báðir spældir í Eysturríki – tann fyrri, sum er heimadystur hjá H71, í kvøld klokkan 18, og tann seinni í annaðkvøld klokkan 18.

 

– H71-kvinnurnar høvdu eina venjing í Ballspielhalle Ferlach í gjárkvøldið, og tað er høllin, ið hýsir dystunum báðum, sum ætlandi kunnu síggjast á live.hsf.fo í kvøld og í annaðkvøld, skrivar H71 í morgun. Eisini vandu kvinnurnar styrkivenjing í gjár, men hvíla seg í dag, nú dystur er á skránni tveir dagar á rað.

 

Veðrið hevur verið av tí besta, so tær hava annars tikið sær av løttum og havt gott samanhald dagarnar í Ferlach. Tær búgva á síni egnu gongd á einum eldri gistingarhúsi í býnum, og sum skilst eru umstøðurnar góðar í allar mátar hjá teimum.

 

Hjá veddingarfyritøkum er H71 favorittur, men av tí at torført er at meta um styrkina hjá SC Ferlach, ið fyri fyrstu ferð spælir europeiskar dystir og bara síðani 2019 hevur verið í bestu kvinnudeildini í Eysturríki, byggja oddsini helst á okkara úrslit í fjør.

 

Tá megnaði H71 at koma heilt í fjórðingsfinaluna í EHF Europa Cup-kappingini, men vandin fyri kríggi í Ukraina steðgaði europeiska ævintýrinum tá. Nú vóna vit, at skjøtil verður settur á eitt nýtt ævintýr við góðum úrslitum í kvøld og í annaðkvøld.

 

Sum sagt, ber til at síggja dystirnar her: