Liverpool vil hava Williams

Eisini eitt annað felag hevur sýnt áhuga í spanska leikaranum.

Liverpool valdi ikki at styrkja sær um liðið í flytingarglugganum í januar, men skal ein trúgva sponskum miðlum, so verður øðrvísi tá ið gluggin letur upp aftur í summar.


Marca skrivar, at Liverpool ætlar sær kvika vongleikaran hjá Athletic Bilbao, Iñaki Williams. Hann er 22 ára gamal og hevur longu fingið sín fyrsta dyst fyri spanska landsliðið.


Sambært blaðnum, so er Borussia Dortmund eisini áhugað í Iñaki Williams, og at Liverpool ætlar at brúka tíðina fram til summar at hyggja nærri at honum.


Williams hevur spælt 10 dystir á spanska U21-landsliðnum. Í verandi La Liga-kappingarári hevur hann skotið tvey mál og lagt upp til fimm.