Makedonia gav beinanvegin skarvin yvir

Eftir stórsigur ímóti Makedonia hevur Spania framvegis møguleika at røkka í hálvfinaluna

Tað er framvegis spenningur um, hvørji lið skulu úr miðbólki tvey og í hálvfinalurnar í EM endaspælinum í hondbólti. Fyrsti dysturin var næstsíðsta fríggjakvøld, og finalan verður sunnudagin.

Makedonia hevur staðið seg heilt væl í fyrstu dystunum. Tí varð við spenningi bíðað eftir uppgerðini millum Spania og Makedonia. Um tað eydnaðist Makedonia í minsta lagi at greiða javnleik, so hevði Danmark tryggjað sær pláss í hálvfinaluni.

 

Tað var tó skjótt greitt, at hetta var ikki kvøldið hjá Makedonia. Spania legði seg skjótt framum við nógvum málum, og so sá tað út sum um, at Makedonia koblaði úr. Besti spælarin hjá teimum, Kiril Lazarov, varð skaddur longu, tá ið fimm minuttir vóru farnir, og lítla løtu seinni fór hann av vøllinum. Talan er um vøddaskaða í lærinum, og tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla meiri i hesi kappingini. Hann hevur ógvuliga nógv at siga fyri liðið hjá Makedonia.

 

Hálvleiksstøðan var 15-6, og eftir steðgin var eingin intensitetur. Tað luktaði nógv av venjingartíma.

Tað endaði 31-20 til Spania.

 

Bæði Makedonia og Spania hava framvegis møguleika at vinna seg í hálvfinaluna.

Um tað skal eydnast, so er fyrsta treytin, at liðini vinna fulla úrtøku í teimum báðum dystunum, sum bíða í miðumfarinum:

Treytin hjá Makedinia er at vinna týskvøldið ímóti Tjekkia og mikukvøldið ímóti Danmark.

Treytin hjá Spania er at vinna týskvøldið ímóti Slovenia og mikukvøldið ímóti Týsklandi.