Ndende til 07 Vestur

07 Vestur hevur styrkt seg við Ndende Adama Guéye, sum kemur til úr ÍF.

07 Vestur, sum í ár við hepni yvirlivdi í Effodeildini, hevur lagt ein nýggjan og kendan leikara afturat hópinum. Felagið upplýsir nevniliga á heimasíðuni, at sáttmáli er gjørdur við Ndende Adama Guéye.


Ndende Adama Guéye er 34 ára gamal, og hann kemur til felagið úr ÍF, har hann spældi í fjør. Har var hann við í tilsamans 26 dystum og skeyt fimm mál.


Ndende, sum hann vanliga verður róptur, er úr Senegal, og hann hevur eisini spælt við B68, TB og KÍ síðani hann á fyrsta sinni kom til Føroya í 2008.


Sambært Faroesoccer, so hevur Ndende spælt 256 dystir í Effodeildini, har hann hevur lagt 34 mál eftir seg. Aðrar 16 dystir og seks mál er tað blivið til í steypakappingini.