Ransin: Takk fyri meg

ÍtróttarSosialurin: Dómarin leggur floytina og kvinnulandsliðið hevur einki at skammast av

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, ber til at lesa um kendan dómara, ið nú leggur floytuna. Hann var innstillaður til FIFA dómara, men bleiv ikki valdur. Hann hevur nú slept stóra dreyminum.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

- Hatta eru treytirnar í kappingini. Eg havi givið dømingini alt, men nú standi eg á næstovasta trini, men kann ikki koma upp á ovasta trin. Tí velji eg at gevast nú, sigur 36 ára gamli Ransin N. Djurhuus við ÍtróttarSosialin.

 

Les eisini samrøðu við landsliðsvenjaran hjá kvinnum í fótbólti, Pætur S. Clementsen. Í øllum mótganginum, har føroyska liðið hevur tapt til 32-0 í fýra dystum, so sær landsliðsvenjarin ikki so dapurt upp á tað heila.

 

- Føroyskur kvinnufótbóltur er eini 15 til 20 ár aftanfyri mannfólkafótbóltin. Tað er lætt at fella í eina grøv, har vit halda at tapini eru pínlig, men alternativið er at sita heima og so høvdu vit staðið í stað, sigur Pætur S. Clementsen, landsliðvenjari hjá kvinnum.

 

Les eisini um hondbóltin um vikuskiftið, um Hall Hansson, sum nú má sita uttanfyri í upp til átta viku, stuttsøgd ítróttartíðindi og royn annars quzzina.