Danmarksmeistaraheitið í innandura frælsum ítrótti hevur verið í Skive um vikuskiftið. Eftir ætlan skuldu tveir føroyingar luttaka, men av tí at Tórur Mortensen gav avboð vegna skaða, var tað einans Rebekka Fuglø úr Treystinum, ið luttók.
Tað eydnaðist Rebekku at fáa eitt sera gott úrslit á 1500m-teininum, har hon í innleiðandi umfarinum rann teinin við tíðini 4.30,71, ið var tætt við føroyska metið, sum hon sjálv eigur. Metið er 4.29,60.
Tíðin var ríkiliga góð til at koma í finaluna, har hon rann tíðina 4.35,04. Hóast hendan tíðin ikki var eins góð sum í innleiðandi, so var hetta nóg mikið til at fáa eitt triðja pláss. Hon vann harvið DM-bronsu.
Bronsan hjá 23 ára gamla rennaranum úr Norðdepli varð vunnin á sjálvari málstrikuni, tí kvinnan á fjórða plássi, Josefine Rytter, endaði einans 0,09 sekund aftanfyri. Line K. Schulz vann gull við tíðini 4.26,55.