Sermerktur landsdystur fyri Juliu og Heidi

Landsdysturin móti Litava var sermerktur fyri Juliu og Heidi

Tað endaði við javnleiki 2-2, tá føroyska kvinnulandsliðið sunnudagin spældi fyrra av tveimum venjingardystum móti Litava. Fyri føroyska liðið kom Julia Naomi Mortensen á vøllin fyri fyrstu ferð. Hon spælir við HB og bleiv í fjør kosin til ársins ungi spælari í føroyskum fótbólti.

Liðfelagin úr HB, Heidi Sevdal, skoraði bæði tey føroysku málini. Hetta er landsdystur nummar 50 hjá henni. Hon legði Føroyar á odda eftir níggju minuttir við brotssparki. Í seinna hálvleiki javnaði hon við frálíkum lobbara, eftir at Litava hevði lagt seg á odda 2-1.

- Hetta var eitt góðkent avrik frá okkara liði, og eg eri serliga væl nøgdur við seinna hálvleik, sigur John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, við heimasíðuna hjá FSF.

Føroyska kvinnulandsliðið er í hesum døgum í Kaunas í Litava, har tveir venjingardystir eru á skránni. Fyrri dysturin varð spældur sunnudagin, og úrslitið gjørdist javnleikur 2-2, eftir at Litava var á odda 2-1 í hálvleikinum.

- Hetta er góð fyrireiking til EM-undankappingina, sum byrjar í heyst, og hetta gevur okkum eisini møguleikan at síggja fleiri spælarar á ymiskum plássum, sigur John Petersen. 

Fakta:

Føroyska liðið frá byrjan sá soleiðis út: Jóna Nicolajsen, Birita B. Nielsen, Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Heidi Sevdal, Ásla Johannesen (liðskipari), Eyðvør Klakstein, Margunn Lindholm, Sara Samsom Lamhauge, Jacoba Langgaard og Rebekka E. Danielsen.

Í seinna hálvleiki komu Katrina Akursmørk, Julia N. Mortensen, Rebekka F. Benbakoura, Sarita Maria Mittfoss og Olga Kristian Hansen á vøllin.