So reyk enn ein venjari

Premier League: Fimti venjarin er nú koyrdur hetta kappingarárið

Aston Villa hevur sagt venjaran, Dean Smith, úr starvinum. Aston Villa hevur tapt teir seinastu fimm dystirnar og nú hevur leiðslan tikið avleiðingarnar av vánaligu gongdini.

 

Dean Smith er annars høgt í metum í Birmingham. Hann tók við í Aston Villa í oktober 2018, og hevur síðani megnað at fáa fyrrverandi stórfelag aftur í Premier League. Serliga farna kappingarár vóru góðar løtur á Villa Park, men eftir søluna av Jack Grealish til Manchester City, hevur gongdin ikki verið góð.

 

Tað ery tey, sum halda at hetta er enn avgerð tikin í óðumverki, tí felagið hevur tapt nakrar dystir. Viðmerkjarar hava sagt tað sama um frákoyringarnar av Daniel Farke í Norwich og Nuno Espirito Santo í Tottenham. Aston Villa er á 16. plássi við tíggju stigum fyri 11 dystir.

 

Higartil eru fimm venjara koydir í Premier League. Teir eru Xisco Munoz (Watford), Steve Bruce (Newcastle), Nuno Espirito Santo (Tottenham), Daniel Farke (Norwich City) og Dean Smith (Aston Villa).