Sportboxin: Upptakt til finalurnar

Umboð fyri øll fýra finaluliðini eru í Sportboxini á FM1 í dag

Í Sportboxini, sum er á FM1 hvønn fríggjadag millum klokkan 15 til 17, verður upptakt til steypafinalurnar í hondbólti, sum verða leygardagin.

 

Hoyr Sportboxina á netinum við at trýsta HER

 

Í fyrra tímanum verður bara tosað um hondbólt. Fyrstur í studio verður Thomas Juul S. Thomsen, ið er annar av dómarunum til mansfinaluna. Síðani koma Daniella Joensen (VÍF) og Turið Arge Samuelsen (Kyndil) í studio at tosa um kvinnufinaluna. 

 

Seinasti parturin av fyrra tímanum kemur at snúgva seg um mansfinaluna. Har koma Tróndur Kragesteen (Neistin) og Tummas Pauli Hanusarson (Kyndil) í studio. Sjúrður H. Hoydal er vertur.

 

Í seinna tímanum verður Fótbóltspanelið. Her verður millum annað Oddbjørn Joensen gestur. Tað eru tvær vikur til landskappingin byrjar, og nú koma fyrstu tippingarnar. Hvør favorittur og hvør endar í niðurflytingarstríðnum?

 

Viðmerkingar og spurningar kunnu sendast inn á 559999.