Tapti 7-0 og fekk sekkin

Schalke 04 hevur sent sítt stóra venjaratalent til hús eftir stórtapið í Champions League í gjár.

Hann verður roknaður fyri at vera eitt stórt venjaratalent, 33 ára gamli Domenico Tedesco, sum í fjør leiddi Schalke 04 til silvur í týsku Bundesliguni, og sum í ár hevur fingið liðið langt í Champions League.


7-0-tapið hjá Schalke 04 fyri Manchester City í 1/8-finaluni í Champions League í gjárkvøldið gjørdist tó dropin, og nú hevur Domenico Tedesco fingið sekkin í týska stórfelagnum.


Stórtapið á Etihad Stadium í gjár var fimta tapið hjá Schalke 04 á rað, og við samanløgdum 10-2-tapi eru teir nú varpaðir úr Champions League.


- Vit kunnu ikki hyggja burtur frá, at gongdin hetta kappingarárið samumtikið hevur verið ov vánalig, sigur ítróttarstjórin í Schalke 04, Jochen Schneider, við heimasíðuna hjá felagnum.


Domenico Tedesco, sum áður hevur verið ungdómsvenjari í VfB Stuttgart og Hoffenheim og høvuðsvenjari hjá Erzgebirge Aue, verður í Schalke 04 í fyrstu atløgu avloystur av 65 ára gamla Huub Stevens.