U18: Vunnu eftir brotskastskapping

Føroyar vunnu sera spennandi dystin móti georgisku vertunum eftir brotskastskapping

Føroyar - Georgia 27-27 (17-12) - 32-30 eftir brotskastskapping

 

Føroyar rukku ikki hálvfinalunum í EM-kappingini fyri tey næstbestu londini, og skuldu tí spæla um hvør endar á fimta til áttanda plássi.

Fyrsti dysturin av hesum var móti Georgia, ið eisini er vertur fyri kappingina.

 

 

Fyrstu minuttirnar av fyrra hálvleiki bendi einki á at hetta fór at gerast ein spennandi dystur. Føroyingarnir runnu frá georgum, og eftir lítlari løtu var støðan 7-1 til Føroyar.

Dysturin javnaði seg nakað út, tað ið eftir var av hálvuni, og hálvleiksstøðan gjørdist 17-12 til Føroyar.

 

 

Í seinnu hálvu vendi dystarmyndin fullkomliga. Føroyingarnir komu ikki inn aftur við spælinum, ið hevði riggað í fyrru hálvu.

Í staðin minkaði munurin í hvørjum, og eftir 41 minuttir var javnleikur 19-19. Løtu seinni legði Georgia seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum.

 

 

Men føroysku dreingirnir fingu strítt seg aftur í dystin, og seinastu løtuna visti eingin at siga hvussu dysturin fór at enda. Tá ið hálvur minuttur restaði í, løgdu Føroyar seg á odda 27-26 eftir brotskast. Men Georgia javnaði í seinastu løtu við einum langskoti, og tí skuldi dysturin avgerast við brotskastskapping.

 

Her vóru føroysku skjúttarnir ósvitaliga tryggir, tí teir settu øll fimm brotskøstini í málið. Ein georgiskur skjútti brendi, og tí spældu Føroyar seg víðari til dystin um 5. plássið í kappingini.

Hesin dysturin verður leiktur í morgin, sunnudagin, klokkan 11.00 føroyska tíð. Mótstøðuliðið verður vinnarin av dystinum millum Luksemburg og Finland.

 

Málskjúttar hjá Føroyum (við brotskastskappingini):

Elias Ellefsen á Skipagøtu 13, Hákun West av Teigum 6, Dánjal Ragnarsson 6, Julian Jónsson Kragesteen 2, Tróndur Mikkelsen 2, Pauli Mittún 2, Heini á Heygum 1

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu var valdur til dagsins leikara.