Valdi Brian Kerr sum All Star venjara

(Rás2) Christian Lamhauge Holst setti sítt All Star landslið í fótbóltspanelinum á Rás2 í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina fótbóltspanelið, sum var partur av SportBoxini á Rás2 seinnapartin í dag.

 

Gestur var landsliðslegendan, Christian Lamhauge Holst.

 

Christian Lamhauge Holst er í Føroyum í hesum døgum, og roynir at fáa føroysk fótbóltstalent niður til Danmarkar á ítróttarskúla, har tey kunnu fáa holla elituvenjing og góða vegleiðing. Í Perluni í Tórsgøtu í Havn í morgin klokkan 10 hevur Christian opið hús har fólk kunnu kunna seg um ítróttarskúlan og melda seg til skúlan.

 

Stórur partur av prátinum snúði seg um upplivingarnar Christian hevði á landsliðnum teir 50 dystirnar hann var partur av føroyska landsliðnum.

 

Christian fekk til uppgávu at velja sítt landsliðs All Star lið. Hann viðgekk, at tað var ikki lætt, og tað vóru fleiri kandidatar til fleiri pláss. 

 

Sum venjara valdi Christian íran Brian Kerr, tí hann heldur, at Brian Kerr lyfti føroyska landsliðið burturúr naggatódnini.

 

Hoyr annars seinast á ljóðfíluni hvønn Christian Lamhauge Holst valdi á sítt landsliðs All Star lið.