VIDEO: Ongland-Tunesia 2-1 (1-1)

(Video) Síggj hæddarpunktini frá HM-dystinum millum Ongland og Tunesia

Ongland liggur nú væl fyri í stríðnum at vinna seg í áttandapartsfinalurnar í HM-endaspælinum í Russlandi.

 

Ongland vann 2-1 á einum væl verjandi tunesiskum liði í HM-bólki G, har Belgia fyrr í dag vann 3-0 á Panama.

 

Ongland legði fyri sum eitt ódnarveður og fekk fleiri stórar møguleikar beinanvegin. Tað vóru eisini bara spældir góðir 10 minuttir, tá ið Ongland legði seg á odda 1-0. Eftir eitt hornasparksinnlegg, ein stútara frá John Stones og eina bjarging frá tunesiska málverjanum var tað Harry Kane, sum skeyt bóltin í málið.

 

Hóast Ongland hevði tamarhald á dystinum, so lótu teir Tunesia sleppa inn aftur í dystin, tá ið Kyle Walker gjørdi brotsspark 10 minuttir fyri hálvleikssteðgin. Ferjani Sassi varð settur at skjóta, og hann sveik ikki álitið og javnaði til 1-1. Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.

 

Tað var Ongland, sum var á bóltinum at kalla allan seinna hálvleik, meðan Tunesia royndi at verja við øllum teir áttu. Hetta eydnaðist teimum bæði væl og leingi, men í yvirtíðini fekk Ongland tað forloysandi málið, og tað var aftur Harry Kane, sum onglendingar kundu seta sítt álit á. Hann stútaði bóltin í málið til endaliga úrslitið, 2-1 til Ongland.

 

Sunnudagin møtir Ongland Panama, og liggja onglendingar væl fyri at vinna seg víðari tá.

 

HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Ongland og Tunesia.