Wenger ger comeback

68 ára gamli fyrrverandi Arsenal-venjarin, Arsène Wenger, ætlar sær ikki frá við eftirløn enn. Tað avdúkar hann í samrøðu við týska blaðið Bild, har hann sigur, at hann nú aftur ætlar sær at starvast sum venjari.


Sambært Arsène Wenger sjálvum, so verður tað ikki leingi áðrenn hann aftur verður at síggja á venjarabonkinum.


- Eg rokni við at eg byrji aftur 1. januar. Eg veit framvegis ikki hvar, sigur Wenger í samrøðuni við Bild, har hann eisini avdúkar, at hann hevur fingið eina rúgvu av tilboðum um at venja bæði lið og landslið.


Arsène Wenger var venjari hjá Arsenal í útvið 22 ár, frá oktobur í 1996 fram til við endan á síðsta kappingarári. Áðrenn tað drúgva ævintýrið var hann eisini venjari hjá Nancy, AS Monaco og Nagoya Grampus Eight.