HON

Ferðatrygging áðrenn brúðarferð

- Tá fólk flyta saman fyri fyrstu ferð, eru tryggingar nokk ikki tað, ið liggur fremst í huganum.

Tryggingarviðurskifti eru neyvan tað, ið er fremst í huganum, tá forelskað pør brúka mánaðir at tilrættislegg ja tann stóra dagin. Eftir at seinastu gestirnir eru farnir, síðsta stykkið av brúðarkakuni er farið niðurum, ein nýgg jur morgun bíðar, kuffertið er pakkað og forelskaða og troytta parið er á veg til romantisku brúðarferðina til okkurt eksotiskt ferðamál, kann tað longu vera ov seint at hugsa um ferðatryggingina.

Um eitt óhapp hendir á ferðini og annar gerst sjúkur og t.d. má flytast heim, kann tað nevniliga elva til óvæntaðar trupulleikar, um bæði ikki eru fevnd av ferðatrygging í sama tryggingarfelag.

Umframt ferðatryggingina eru tað eisini fleiri onnur tryggingarviðurskiftir, ið eru góð hjá komandi hjúnafeløgum at geva sær far um í góðari tíð.

- Útgangsstøðið hjá okkum er, at vit loysa tryggingarviðurskiftini eftir tí tørvi, ið ný- gifta parið stendur í, sigur Vivian Johansen.

DAGFØRING NEYÐUG

- Ein feilur, ið fólk innan tryggingarheimin kenna væl, er at fólk gloyma at dagføra sínar tryggingar. Eitt, sum er vert at hava í huga, tá ið man er komin heim frá brúðarferðini og tvey húsarhald verða til eitt, er at meta um upphæddin á innbúgvstryggingini er nóg høg. Nú eru kanska fleiri møblar, klæði, el- tól o.a. í húsarhaldinum, sum ger, at neyðugt er at hækka innbúgvsupphæddina. Møgu- liga er onkur brúðargáva, ið krevur serliga trygging, ella hevur so stórt virði, at hon ávirkar tryggingarupphæddina, sigur Vivian Johansen.

Harumframt er tað eisini týdningarmikið, at nýggi hjúnini eru skrásett á sama trygg- ingarbústaði, og at Trygd fær boð um, at tvær tryggingar skulu leggjast saman til eina, sum framyvir skal fevna um nýggja húsarhaldið.

HALDA TRYGGINGINA VIÐLÍKA

- Um man sum nýgiftur teknar eina inn- búgvstrygging, so er tað væl hugsandi, at man ikki hevur nøkur børn og býr í eini lítlari íbúð. Tá teknar man kanska eina trygging við lágari upphædd fyri 300.000 krónur. Seinni flytur man inn í hús, børnini leggjast aft-

urat, og innbúgvið verður meira og dýrari. Tá er neyðugt at minnast til at hyggja eftir tryggingarupphæddini aftur, sigur Vivian Johansen.

Deildarleiðarin vísir á, at hetta er nakað, ið tey vanliga síggja hjá ungum føroyingum, ið hava búð uttanlands í lestrarørindum. Har hava tey kanska teknað sær eina trygging, ið tey hava fingið boðið bíliga gjøgnum fak- felagið og minnast av tí sama, at tekna eina nýggja trygging, tá ið tey koma heim aftur til Føroyar.

- Tey hava búð í einari lítlari íbúð í Øre- sundskollegiunum og hava eina lítla inn- búgvstrygging. Her heima fáa tey maka, børn og annað, men tey gloyma, at upphæddin, ið tey upprunaliga teknaðu trygging fyri, má dagførast alt eftir lívsstøðuni, man er í. Tað er ein avbjóðing, ið vit síggja, ið kann geva ein falskan tryggleika, sigur Vivian Johansen.

- Tað er vanligt, at fólk hugsa, at tey ikki eiga so nógv innbúgv og annað og tekna tí bara eina trygging fyri til dømis 300.000 krónur. Men um eitt óhapp hendir, so sum eldur kyknar í húsunum og tey brenna í grund, so eru 300.000 krónur í allarflestu før- um ov lítið. So í staðin fyri at fáa peningin aftur frá tryggingini, mugu fólk í bankan at taka lán. Tá stendur viðkomandi brádliga við einari skuld, hóast ein hevði eina trygging – trupulleikin var bara at tryggingin ikki var dagførd, sigur Vivian Johansen og leggur afturat.

- Fólk hugsa veruliga ikki um tryggingar-

nar, fyrr enn óhappið rakar. Men tá hava tey onkrar væntannir um, hvat endurg jald tey kunnu fáa, men vit fáa lítið gjørt, um tey ikki hava dagført tryggingina í fleiri ár.

EGIN ÁBYRGD

Tað er, sambært deildarleiðarum í Trygd, kundin, ið sjálvur hevur ábyrgdina av, at minnast til at dagføra tær tryggingar, ið við- komandi hevur, so at hon er nøktandi, um okkurt skuldi hent. Tey royna tó at minna fólk á hetta.

- Vit royna at ringja til okkara kundar av og á fyri at heilsa upp á tey og gjøgnum- ganga teirra tryggingartørv. Harafturat hava vit eisini lýsingarátøk, ið varpa ljós á trygg- ingartørvin. Afturat eini familjutrygging kann tørvur vera á at tryggja sethús og bil, umframt at vanlukku- og lívstrygg ja allar familjulimirnar. Vanlukkutryggingar kunnu til dømis vera sera umráðandi at hava bæði fyri pør og ikki minst børnini hjá teimum. Um foreldur koma út fyri eini vanlukku ella óhappi kann fígg jarstøðan versna og hetta kann raka børnini ella makan.

- Ynskiligt er tí, at kundar kanna sínar tryggingarnar eina ferð um árið og í minsta lagi annaðhvørt ár. Banka- og fígg jarviður- skifti kanna fólk javnan, og hava gott skil á. Í tí sambandi vilja vit mæla fólki til eisini at kanna, at tryggingarviðurskiftini eru í lagi, sigur Vivian Johansen.