Halleluja-Sofus og Maggi reypa um bilar

Í gjárkvøldið hevði Betri Banki í Klaksvík bjóðað til bilkvøld við Magnus Gunnarsson, Sofus Hansen og Terja Nielsen frá SEV

Margaretha Djurhuus, deildarleiðari bjóðaði vælkomin og gav orðið víðari til Óluvu Zachariassen, sum var orðstýrari og spyrjari mótvegis Magnus Gunnarsson og Sofus Hansen, ið snakkaðu um teir góðu gomlu bilarnar, sum bæði hoyrdust og luktaðu.

Tað gera teir “smartu” el-bilarnir ikki, ið Terji Nielsen frá SEV var forsprákari fyri, sum partur av grønu kósini, SEV hevur sett sær fyri.

##med2##

Terji vísti eitt dømi um ein bensin bil og ein el-bil, sum høvdu somu motororku. Í hesum døminum vildi ein bensinbilur brúkt fyri um kr. 10.000,- pr. ár í bensini, meðan el-bilurin hevði brúkt fyri kr. góðar 4.000,- pr. ár í el-orku til somu koyring. CO2-útlátið hjá bensin bilinum hevði verið 2 tons og hjá el-bilinum 1 tons.

Eisini var prát um tað góða bilkeypið við hesar somu Magnus, Sofus og Terja. Og her er so ymiskt, hvat tú leggur teg eftir, stóran ella lítlan bil – høgan ella lágan. Um tú keypir eldri ella brúktan bil, hvat skal tú so leggja teg eftir og spyrja um – Kamreim, dekk, oljuskift o.a.

 

Flottir bilar á Cuba

Hvat er ein smartur ella lekkur bilur? Tað er so ymiskt sum eygð sær – her legði Magnus seg kanska serliga eftir teimum eldru bilunum sum eitt kelnodie ella dýrgripur. Hann hevði verið á Cuba fyri nøkrum árum síðan. Tað var fantastiskt, segði Magnus - tann nýggjasti amerikanski bilurin á Cuba er frá 1959.

##med3##

Sofus segði við einum skálkasmíli, at teir gomlu bilarnir høvdu eina leiðings skipan uppá tveir leiðningar – annar var reyður og hin svartur. Samlaða leiðingsskipanin í bilinum vigaði um tvey kilo. Í einum nýggjum bili í dag vigar leiðingsskipanin eini 80 kilo og har er talan um eitt buti av leiðinugm, sum eingin finnur útav, um hann ikki hevur specialúbúgving innan hetta sama.

Annars hildu bæði Magnus og Sofus, at bilarnir í dag líkjast ov nógv – allir hava at kalla somu lyktir og nógir hava eisini somu motorar. Men trygdin í nýggj bilunum er av nógvum grundum betri enn í teimum eldru.

##med10##

Tú skal seta teg væl inn í hvønn el-bil tú keypir – hvørja orku hann hevur og hvussu størt battarí hann hevur, og hvussu langt hann kann koyra av somu grund – hetta í mun til hvønn tørv tú hevur á koyring. Tú fært eina løðiskipan frá SEV fyri um kr. 100,- pr. ár, sum tú setur til el-skipanina í húsinum, tú so kanst løða bilin við.

##med4##

Terji kunnaði um eina test, tey hava gjørt í Noregi við ymsum el-bilum at koyra longri strekki í kava og kulda við. Kavi og kuldi kann verða ein avbjóðing fyri battaríið. Men kláraðu hesir bilarnir seg merkiliga væl. Tó legði Terji Nielsen frá SEV herðslu á, at el-bilar enn eru í stórari menning, so vit í framtíðini fara at fáa enn betri el-bilar, sum kunnu koyra longri teinar uttan at kostnaðurin nýtist at økjast tilsvarandi.

 

Skoribilur

So varð komið inn á “skoribilar” og hvussu ein slíkur eigur at síggja út, spurdi Óluva Zachariassen. Tá var Sofus skjótur at svara, tað valdast hvør situr aftanfyri rórið, og hvussu hesin sær út. Um “motivið” handan rórið ikki var nóg gott, so er neyðugt at keypa ein dýrari og flottari bil, helt Sofus fyri við einum smíli.

##med5##

Magnus helt, at hetta hevði ein Volvo Amason klára- væl – Tað er ein fantastiskur bilur við leðursetrum og flottum linjum og harafturat driftsikkur.

 

Vaska bil og busta tenn

Prátið gekk lystiliga og var nógv skemt uppií, men felags fyri Sofus og Magnus var helst, at teir vildu hoyra og lukta ein bil, tí valdu teir el-bilin frá. Sofus segði, at hann fór at útgeva eina fløgu til el-bilarnar við ymsum bilmotur-ljóðum, sum teir kunda spæla, tá ið teir koyrdu við hesum ljóðleysa bili.

##med8##

Tá ið spurt varð, hvussu ofta er neyðugt at vaska og bona bilin, var Magnus Gunnarsson skjótur at svara – Tað er so einkult, hvørt kvøld áðrenn eg fari í song, so vaski eg bilin og busti tenn, áðrenn eg leggi meg!

##med6##

Góð ráð frá Betri

Eftir bilframløgurnar kunnaðu Jan Ellingsgaard og Laila Pætursdóttir frá Betri um bilfíggingar og biltryggingar.

Hvørjir møguleikar eru? Hvat er best í mun til tín tørv?

##med7##

Millum annað varð víst á nýggja “Grøna billánið” hjá Betri, har rentan er lægri enn í vanliga billáninum. Bankin hevur tríggjar fíggingarmøguleikar til billán, sum eru vanligt billán, grønt billán og bilkredittur. 

Tú kanst við frívirði í húsum tínum sum trygd upprætta ein lagaligan bilkreditt. Við hesum hevur tú frælsi at keypa bil, nær tær lystir av láninum/kredittinum – og eisini gera umfatandi ábøtur á bilin eftir egnu ynski, um lánið er komin nóg langt niður.  

##med8##

Eisini varð greitt frá nýggju dekningunum í biltryggingunum, har tað ber til at tryggja seg móti parkeringsskaða og mekaniskum skaða. At enda bleiv víst á, at tað ber til at rokna einstaka lánitørvin út á heimasíðuni hjá Betri .https://www.betri.fo/privat/figging/onnur-lan/billan/

Eftir allar hesar mongu áhugaverdu framløgur varð boðið til ein betri bita, har tú eisini kundi vinna eitt gávukort á kr. 5.000 frá Magn ella Effo. Her var hepni vinnarin Hallgerð Akurstein.

 

Tekst og Myndir: Dávur Winther