11 koyrdu alt ov skjótt Millum Fjarða

- Millum førararnar, sum fingu bót og klipp í koyrikortið, var ein bussførari hjá Bygdaleiðum, veit løgreglan at siga.

 

Eftir at løgreglan gjáramorgunin hevði fingið eina fráboðan frá fólki um, at fleiri bilar at síggja til koyrdu alt ov skjótt Millum Fjarða, fór løgreglan at gera ferðmátingar á leiðini.

 

Hetta vísti seg eisini at geva úrslit, tí í tímunum millum klokkan 07 og 09 skrivaði løgreglan ikki færri enn 11 mál. 

 

- Av hesum vóru tvær treytaðar frádømingar av koyrikortinum, fýra klipp og fimm bøtur, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

Millum førararnar, sum koyrdu ov skjótt, var eisini ein bussførari hjá Bygdaleiðum, sum varð máldur at koyra 93 kilometrar um tíman, sum gevur klipp í koyrikortið.

 

Bussar hava nevniliga ikki loyvi at koyra meira enn 70 kilometrar um tíman á landsvegnum.

 

- Í øllum málunum koyrdu bilførararnir yvir 100 kilometrar um tíman, har tað í mesta lagi er loyvi at koyra 80.

 

Tað var bara bussførarin, sum koyrdi minni enn 100 í kanningunum hjá løgregluni gjáramorgunin.

 

Vaktleiðarin leggur aftrat, at teir báðir bilførararnir, sum fingu treytaða frádøming, noyðast upp til nýggja koyriroynd, um teir ikki skulu missa koyrikortið.