23 fiskiskip komin á Havnina at mótmæla

Mótmælistiltakið hjá Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur fingið góða undirtøku. Higartil eru komin 23 skip á Havnina.

 

Áðrenn tiltakið í Klubbagarðinum byrjaði, løgdu skipini seg á floytuna, sum tað hoyrist í kykmundini, sum sæst við at trýsta á pílin á myndini.

 

Undir herrópinum »kom og stuðli feløgunum í stríði okkara ímóti uppskotinum til nýggja fiskivinnulóggávu« skipa feløgini fyri mótmælistiltakinum í sambandi við, at Løgtingið klokkan 10 fer at viðgera uppskotini hjá samgonguni og Sambandsflokkinum til fiskivinnunýskipan.