50 metra hylurin missir 3,5 milliónir

Á býráðsfundinum hósdagin ætlar nýggja býráðið í Havn at broyta fíggjarætlanina fyri 2017 við millum annað at taka 3,5 milliónir av játtanini til 50 metra svimjihylin í Havn.

 

Sambært skránni fyri býráðsfundin, so mæla meirlutin í fíggjarnevndini hjá býráðnum, Annika Olsen, Gunvør Balle og Bergun Kass til at minka játtanina til 50 metra hylin úr 7 milliónum krónum niður í 3,5 milliónir.

 

Umframt játtanina til svimjihylin, so mælir meirilutin eisini til at lækka fýra aðrar játtanir. Tað eru játtanin til skjótibreyt, sum lækkar við 3,8 milliónum krónum, játtanin til dagføring av skúlum lækkar við 2 milliónum, játtanin til umsiting av fastar ogn lækkar við 4 milliónum krónum og játtanin til innkomuvegin lækkar við 4 milliónum krónum.

 

Á fíggjarnevndarfundi 18. januar tók meirilutin, Annika Olsen, Gunvør Balle og Bergun Kass, undir við omanfyristandandi broytingum í íløguætlanini fyri 2017 og mæltu til at beina málið í býráðið til tvær viðgerðir.

 

Ein minniluti, Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson, tóku ikki undir við uppskotinum og mælir býráðnum til at halda fast við samtyktu fíggjarætlanina fyri 2017.

 

Nýggja samgongan hevur boðað frá, at hon fer at gera broytingar í fíggjarætlanini, tí at færri pengar eru at arbeiða við, eftir at gamla býráðið lækkaði kommunuskattin 0,75 prosent. Tað mælti nýggja býráðið til ikki at gera.