Ætla sær eina risa stóra lønarhækking

Býráðslimir í Havn ætla í kvøld at geva sær sjálvum risa lønarhækking upp á meira enn 15 prosent

Býráðslmir í Havn ætla í kvøld at geva sær sjálvum risa lønarhækking upp á meira enn 15 prosent

 

Borgarstjórin í Havn skal hava eitt ordans lønarlyft. Tað halda í øllum førum tær tríggjar, sum umboðað meirilutan í Tórshavnar býráð í fíggjarnevndini, Gunvør Balle, Bergunn Kass og Annika Olsen.

 

Tórshavnar býráð skal á fundi í kvøld klokkan 18 taka støðu til málið, sum snýr seg um at broyta lønina hjá borgarstjóranum. Grundgevingin er, at borgarstjórin var løntur eitt sindur betri enn landsstýrisfólk, sum hava fingið lønarhækking og pensjónslækking.

 

Tær tríggjar í meirilutanum í fíggjarnevndini halda, at borgarstjórin skal hava eina lønarhækkin frá 56.618 krónur um mánaðin. Tær skjóta upp, at borgarstjórin skal flytast upp í 40. lønarflokk, sum er 62.139, men hon oman skal fáa 20 prosent, sum gevur eina løn upp á 74.566,8 krónur. Tá liggur borgarstjórin í Havn ímillum lønina hjá landsstýrisfólki og løgmanni.

 

Eins og Heðin Mortensen, so hevur Annika Olsen upptjent sær fulla tænastumannapensjón sum landsstýrisfólk, løgtingsfólk og borgarstjóri. Býráðið hevur tí ongar pensjónsútreiðslur av henni. Og tí er eingin sparing at heinta har heldur. Men tað verður tað, tá Havnin fær ein borgarstjóra, sum ikki hevur vunnið sær fulla tænastumannapensjón.

 

Men samsýningar hjá býráðslimum, sum eru formenn og -kvinnur í ymsu nevndum hækka í sama mun, sum borgarstjóralønin hækkar. Tí verður ein eyka útreiðsla her. Umframt tað, at allir býráðslimir skulu hava 15 prosent oman á lønina í pensjóns.

 

Hvørki Gunvør Balle ella Turið Horn verða á býráðsfundinum í kvøld, og í teirra stað verða The Grand Old Man Jógvan Arge og umboðið hjá Unga Tjóðveldinum, Tráin Nónklett. Teir hava ikki verið við í viðgerðini av lønarhækkanini hjá borgarstjóranum og býráðslimum, men tað verða teir, sum verða tungan á vágskálinil, tí andstøðan í fíggjarnevndini, Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson, hava boðað frá, at teir taka ikki undir við málinum. Teir halda, at tað skal viðgerast í Kommunufelagnum fyrst, so sama skipan kann fáast fyri allar kommunur.

 

Vit hava meira um málið seinni.