Aldursmarkið fyri koyrikort er nú broytt

Henrik Old, landsstýrismðaur, hevur nú broytt kunngeðrina um koyrikort og koyrifrálæru

Henrik Old, landsstýrismðaur, hevur nú broytt kunngeðrina um koyrikort og koyrifrálæru

 

Løgtingið gjørdi nakrar broytingar í ferðslulógini í fjør. M. a. hækkaði aldursmarkið fyri krav um læknaváttan við endurnýggjan av koyrikorti vegna aldur í koyrikortflokki 1 úr 70 árum upp í 75 ár. Koyrikortflokkur 1 umfatar stórt prutl, motorsúkklu og vanligan bil.

 

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, broytir nú kunngerðina um koyrikort og koyrifrálæru, koyrikortkunngerðina, so at koyrikortið skal endurnýggjast, tá ið persónur verður 75 ár.

 

Endurnýggjanin av koyrikortinum skal gerast við læknaváttan og verður galdandi í 5 ár. Tá ið persónurin verður 80 ár, skal koyrikortið endurnýggjast við læknaváttan 2. hvørt ár.

 

Á tingfundinum í morgun klokkan 11 fer Løgtingið annars at viðgera uppskot frá Kára P. Højgaard um sama málið, sum í høvuðsheitinum snýr seg um, at koyrikortið verður galdandi, til persónur er fyltur 75 ár, og at tað hareftir er galdandi í 5 ár.

 

Samferðslumálaráðið skrivar í morgun, at í grannalondunum eru aldursmørkini ymisk, og ymiskt er við kravi um læknaváttan ella eginváttan:

 

Í Noregi er koyrikortið galdandi í 15 ár, til persónurin hevur fylt 75 ár. Endurnýggjan eftir 75 ár er treytað av nýggjari læknaváttan. Hareftir við 78 ára aldur og eftir tað 2. hvørt ár.

 

Í Finnlandi er gildistíðin hjá koyrikortum vanliga 15 ár, tó hægst til persónurin hevur fylt 70 ár. Endurnýggjan eftir tað er treytað av nýggjari læknaváttan 5. hvørt ár.

 

Í Svøríki er einki ovara mark fyri ta vanligu gildistíðina, sum er 10 ár, men endurnýggjan av koyrikortinum er treytað av, at fylt verður út ein eginváttan um heilsu.

 

Í Bretlandi er koyrikortið galdandi í 10 ár til persónurin hevur fylt 70 ár. Eftir hetta er gildistíðin 3 ár. Persónurin skal útfylla eina eginváttan um heilsu, men ikki læknakanning.

 

Í Danmark bleiv 75 ára aldursmarkið fyri endurnýggjan av koyrikorti við læknaváttan tikið av á sumri í fjør. Broytingin varð gjørd, hóast Justitsministeriet, Sundhedsstyrelsen og Rigspolitiet mæltu til eitt aldursmark, skrivar samferðslráðið í morgun.