Annað umfar av Sement leygardagin

Leygardagin 20. apríl, kl. 20:00 verður tað proppað við spennandi tónleiki á Reinsarínum, tá 2. innleiðandi umfar verður skotið í gongd.

 

Mynd: Gweanael

Tíðindaskriv

 

Talan er um fimm ótrúliga góðar og spennandi bólkar, sum fevna um fleiri ymisk tónleikasløg. Seinasta umfar eftirlýsti verturin Bjørk Lamhauge meir kvinnuligir luttakarar. Og tann eftirlýsingin er tikin til eftirtektar, tí hesa ferð verða tað fýra kvinnur oddafólk.

Bólkarnir, sum spæla 2. umfar eru:

- Ester Skála

- Volapuck

- Ragnar Finsson

- gówa

- Ása Brynjarsdóttir Vinningarnir í ár eru - Studiotíð til nummar 1, 2 og 3. - Luttøka á SPOT Festivalinum. - Luttøka á G! Festivalinum. - Gávukort frá Simma til nummar 1, 2 og 3.

Atgongumerkir fáast á www.torsgota.fo

 

Mynd: Gweanael