Annaðhvørt tingfólk missir ikki pensjónina

Umleið helmingurin av dagsins politikarum á Løgtingi og í landsstýrinum verða ikki ávirkaðir, um Løgtingið ger av at taka av sera góðu pensjónsskipanina hjá løgtingsfólki.

 

Sambært uppskoti, sum løgtingsformaðurin hevur lagt fyri tingið, so verður pensjónsskipanin fyri løgtingsfólk broytt frá at vera ein tæanstumannapensjón til at fáa 15 prosent av lønini í pensjónsinngjaldi – so sum fleiri aðrir lønmóttakarar hava.

 

Tingfólk, sum eru í gomlu skipanini og hava vunnið sær fullan starvsaldur, fáa einki pensjónsinngjald eftir nýggju skipanini. Ein skiftisskipan er gjørd fyri tingfólk, sum hava vunnið sær partvísan starvsaldur eftir gomlu skipanini.

 

Fyri at fáa fulla pensjón frá Løgtinginum er kravið, at tú hevur verið tingfólk í tilsamans 16 ár. Fyri at fáa fulla pensjón frá Landsstýrinum – lógin sum varð tikin av, tá hetta landsstýrið tók við, skalt tú hava verið landsstýrisfólk í tilsamans 8 ár. Tann gamla lógin er enn galdandi fyri tey, sum hava sitið í landsstýrinum, men sum ikki eru pensjónerað enn. Tey sum sita í landsstýrinum í dag og framyvir fáa 15 prosent í pensjónsinngjaldi.

 

Av teimum sum sita á Løgtingi og í landsstýri í dag, hava út við helmingurin longu lokið hesar treytir.

 

Talvan niðanfyri vísir, hvussu leingi tey hava sitið á tingi:

 

 

Tingfólk

ár á tingi

1

Henrik Old

31

2

Edmund Joensen

27

3

Jørgen Niclasen

25

4

Poul Michelsen

25

5

Jenis av Rana

25

6

Jógvan á Lakjuni

21

7

Høgni Hoydal

21

8

Helena Dam á Neystabø

19

9

Kári P. Højgaard

18

10

Annita á Fríðriksmørk

17

11

Kaj Leo Holm Johannesen

17

12

Páll á Reynatúgvu

17

13

Bill Justinussen

15

14

Jacob Vestergaard

15

15

Bárður á Steig Nielsen

13

16

Bjørt Samuelsen

11

17

Bjørn Kalsø

11

18

Jákup Mikkelsen

11

19

Kristina Háfoss

10

20

Heðin Mortensen

10

21

Aksel V. Johannesen

8

22

Annika Olsen

8

23

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir

8

24

Eyðgunn Samuelsen

8

25

Rigmor Dam

8

26

Kristin Michelsen

8

27

Sirið Stenberg

8

28

Magni Laksáfoss

7

29

Jónleif Johannesen

4

30

Magnus Rasmussen

4

31

Sonja Jógvansdóttir

4

32

Bjarni Hammer

4

33

Sjúrður Skaale

4

34

Kristianna W. Poulsen

4

35

Jógvan Skorheim

4

36

Katrin Kallsberg

4

37

Djóni Nolsøe Joensen

3

38

Óluva Elin Klettskarð

3

39

Pauli Trond Petersen

3

40

Hanna Jensen

3

41

Ruth Vang

3

42

Joen Magnus Rasmussen

2

43

Bárður Kass Nielsen

2

44

Ingolf S. Olsen

2

45

Magni Arge

1

 

Talvan vísir, hvussu leingi tey hava sitið í landsstýrinum:

 

 

Tingfólk

ár í landsstýri

1

Jørgen Niclasen

11,5

2

Jacob Vestergaard

10

3

Bjørn Kalsø

8

4

Kaj Leo Holm Johannesen

7

5

Helena Dam á Neystabø

7

6

Høgni Hoydal

7

7

Annika Olsen

6,5

8

Kristina Háfoss

4,5

9

Jógvan á Lakjuni

4

10

Edmund Joensen

4

11

Bárður á Steig Nielsen

3

12

Aksel V. Johannesen

2,5

13

Páll á Reynatúgvu

2

14

Kári P. Højgaard

2

15

Bill Justinussen

1,75

16

Magni Laksáfoss

0,8

17

Bjørt Samuelsen

0,5

18

Annita á Fríðriksmørk

0,5

 

Vanlig mannagongd hevur verið, at politikarar kunnu leggja starvsaldurin í Løgtinginum og í landsstýrinum saman, so tey skjótari røkka teimum 8 árunum, sum skulu til at fáa fulla landsstýris- ella løgmanspensjón, sum í dag er ávikavist 33.296 krónur og 39.095 krónur um mánaðin. Í ávísum førum kunnu fyrrverandi ting- og landsstýrisfólk fáa hesa pensjón frá 60 ára aldri. Tað er tá aldurin hjá teimum + tvær ferðir starvsaldurin verður 95 ella meira – ella fyri at siga tað øðrvísi: Eitt tingfólk, sum er 60 ár og hevur sitið í 17,5 ár á tingi og ella landsstýrinum, kann fara frá við fullari pensjón.

 

Sambært føroysku lógini, so kunnu fyrrverandi fólkatingslimir, sum bæði hava starvsaldur úr Fólkatinginum, Løgtinginum og landsstýrinum ikki fáa meira enn løgmanspensjónina tilsamans. Tá fáa teir fulla fólkatingspensjón og tað sum vantar í fyri at koma upp á 39.095 krónur um mánaðin frá løgtinginum og ella landsstýrinum. Tað vil siga at tað verður føroyski landskassin, sum sparir, og danski statskassin, sum rindar fulla pensjón.

 

Uppskotið hjá løgtingsformanninum, »Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna«, er fjórða mál á skránni á tingfundinum, sum byrjar klokkan 10.