Cécile Zahorka / The Pixel Nomad & Vor-die-Linse

Arbeiða við loyva at útflyta føroysk ross

Tað eru móttakaralondini, sum áseta reglurnar, sum síðani skulu setast inn í føroyska lóggávu.

Cécile Zahorka / The Pixel Nomad & Vor-die-Linse

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í svari til Honnu Jensen, løgtingskvinnu, sum hevur sett honum ein § 52a fyrispuring um ætlanir við føroyska rossinum.

 

Hanna Jensen spurdi soleiðis:

 

1) Hvussu gongur við at útvega føroyska rossinum eitt pass, so at ross kunnu útflytast, serliga í sambandi við aliætlan, hvat kostar arbeiðið, og nær kann væntast, at komið er á mál?

 

2) Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða við nýggju ætlanini, sum Felagið Føroysk Ross legði fram 27. mars í ár?

 

3) Um ja, hvussu ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta ímillum tey mongu vantandi átøkini fyri føroyska rossið, sum nýggja ætlanin lýsir?

 

4) Hvør er tíðarætlanin og fíggingartørvurin, um nýggja ætlanin fyri føroyska rossið skal fylgjast?

 

Høgni Hoydal svara, at ein stór avbjóðingin við støðuni hjá føroyska rossinum er, at tað eru so fá, sum vilja hava føroysk ross. Uppaftur onnur avbjóðing er, at rossini krevja hóskandi lendi, og at hetta er avmarkað.

 

– Uttanríkis- og vinnumálaráðið arbeiðir saman við landsdjóralæknanum og Heilsufrøðiligu starvsstovuni við at seta í verk reglur, sum gera tað møguligt at útflyta føroysk ross til onnur lond. Tað eru móttakaralondini, sum áseta reglurnar, sum síðani skulu implementerast í føroyska lóggávu. Miðað verður eftir, at reglurnar verða settar í gildi í heyst, og tá er partur av trupulleikanum loystur, sigur hann.

 

– Ætlanin er síðani, saman við Búnaðarstovuni, at fara undir at viðgera, hvussu tað á bestan hátt ber til at seta í verk aliætlanina, sum Búnaðarstovan, NordGen og Felagið Føroysk Ross hava gjørt, og leggja eina ætlan fyri, hvussu komið verður á mál. Arbeiðið fevnir m.a. um bráðhald, alimiðstøð við greðingastalli, ílegugrunn (biobanki) og eina skrásetingarskipan.

 

– Hetta arbeiðið er ikki byrjað enn, og tí ber ikki til at siga, hvussu ymsu átøkini verða raðfest, sigur landsstýrismaðurin.

 

Kostnaðurin er ikki greiður í løtuni, men talan er um týðandi uppgávu, og arbeitt verður tí fyri at fáa til vegar fígging, so varðveitslan av føroyska rossinum verður tryggjað, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum í svarinum til Honnu Jensen, løgtingskvinnu.

 

Cécile Zahorka / The Pixel Nomad & Vor-die-Linse