Arbeiðsloysið um eitt prosent í februar

Arbeiðsloysið var 1,1 prosent í februar. Tað er 0,3 prosentstig hægri enn februar í fjør, tá tað var 0,8 prosent.

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Arbeiðsloysið var 1,1 prosent í februar, sum svarar til 336 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,8 prosent við 255 fulltíðararbeiðsleysum.

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í februar vóru 409 persónar raktir av arbeiðsloysi. Tað eru 117 fleiri enn februar í fjør.

Í februar vóru 196 fulltíðararbeiðsleysir menn. Tað svarar til 1,2 prosent. Hetta er 0,3 prosentstig hægri samanborið við sama mánað í fjør. Hjá kvinnunum var arbeiðsloysið 1,0 prosent ella 140 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur. Tað er 0,2 prosentstig hægri enn februar í fjør.

##med2##

Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í februar var arbeiðsloysið lutfalsliga lægst í Norðoyggjum við 0,5 prosentum. Í Suðuroynni var arbeiðsloysið 2,4 prosent, sum er 0,9 prosentstig hægri enn sama mánað í fjør.

Av teimum 55-66 ára gomlu vóru 0,8 prosent arbeiðsleys. Størsta arbeiðsloysið var millum tey 25-34 ára gomlu við 1,5 prosentum.

Í januar vóru 35 persónar ella 8,6 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Í februar var størsti bólkurin av arbeiðsleysum tey, sum hava verið arbeiðsleys í 30 til 89 dagar.

Arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya og hjá hagstovum í londum kring heimin fylgir allýsingum um arbeiðsloysi hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. 

Eftir allýsingini eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Í mánaðarligu arbeiðsloysisuppgerðini hjá Hagtovu Føroya eru arbeiðsleys tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum og lúka allýsingina omanfyri.