Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum slapp Stefan Radosavljevic at byrja inni í einum dysti fyri Sligo Rovers. Sæð við føroyskum landsliðsbrillum er tað at fegnast um.
Stefan fekk 78 minuttir á vøllinum, tá Sligo Rovers í dysti á útivølli í bestu írsku fótbóltsdeildini tapti 1-3 fyri Drogheda.
Sligo Rovers fekk annars eina dreymabyrjan. Longu í sætta minutti legði William Fitzgerald Sligo á odda 1-0.
Drogheda javnaði miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og í seinnu helvt av seinna hálvleiki skoraðu teir tvey mál, og vunnu harvið dystin 3-1.
Sligo er nummar sjey í deildini við 14 stigum.
Mánakvøldið klokkan 20 møtast Sligo Rovers og Drogheda aftur. Hesaferð á vøllinum hjá Sligo.