Bátur við einum manni umborð saknaður

Løgreglan sóknast eftir 53 ára gamla Eiler Guttesen og bátinum Bakkafossi

Løgreglan sóknast eftir 53 ára gamla Eiler Guttesen og bátinum Bakkafossi.


Bakkafossur KG2, er ein hvítur seksæringur. Báturin er seinast sæddur fara av Borðoyarvík í gjárkvøldið 15. mars kl. 17:39, við manninum umborð.

 

Báturin var júst seldur nýggjum eigara, og eingin hevur sæð ella hoyrt fra manninum síðani.

 

Myndin er av bátinum Bakkafossur. Vita tit eitt hvørt hesum viðvíkjandi, vinarliga boði løgregluni frá á tlf. 351448 ella 114.