Ben fær 2,6 milliónir krónur í uppsagnarløn

Slakar fimm milliónir krónur fyri at stjórna P/F Betri í 10 mánaðir

At tað eru góð bein at gnaga hjá teimum, sum sita í leiðsluni í Betri samtakinum eru fleiri góð dømi um. Tað síðsta er Ben Arabo. Hann hevur sitið í starvinum í góðar níggju mánaðir.

 

Lønin sum forstjóri í Betri samtakinum er sambært ársroknskapinum fyri í fjør 217.000 krónur um mánaðin. Tað er ein ársløn upp á 2,6 milliónir krónur.

 

Sambært sama roknskapi, so kann stjórin í Betri P/F uppsigast við 12 mánaðar freist og kann sjálvur siga upp við 6 mánaðar freist. Tað merkir, at Ben Arabo fær 2,6 milliónir krónur – svarandi til løn í eitt ár, fyri at verða uppsagdur. Hann hevur verið stjóri í Betri samtakinum 0,75 ár, og fyri tað fekk hann 2,17 milliónir krónur í løn. Ella tilsamans 4,77 milliónir krónur fyri at arbeiða í slakar 10 mánaðir sum stjóri.

 

Sambært sama roknskapi fyri P/F Betri fyri 2017, so fekk til samanberingar Suni Schwartz Jacobsen í fjør 9 milliónir krónur í uppsagnarløn eftir at hann varð koyrdur frá sum stjóri í øllum feløgunum í samtakinum. Og Regin Hammer, sum varð koyrdur frá sum stjóri í Betri Trygging, fekk í 2016 4,4 milliónir krónur fyri at vera frákoyrdur.