Bónus: Dráttur var aftanfyri 1-2 - vunnu finaluna 3-2

Vágakvinnur hava júst vunnið eina hádramatiska steypafinalu á Fleyr aftaná ein fimmsettara

Dráttur er Bónus-steypavinnari hjá kvinnum 2024.

 

Dráttur var aftanfyri 1-2 í settum, men tað eydnaðist teimum at vinna 3-2 aftaná ein sera spennandi javnbrótara.

 

Tað sá annars einki út hjá Drátti aftaná triðja settið, ið Fleyr vann heili 25-7, men tær komu ótrúliga sterkt aftur.

 

Finalan var ein ótrúliga góð reklama fyri føroyskan flogbólt, har vit eisini sóu nógvar langar duelir. 

 

Fleyr-Dráttur 3-2 (26-28, 25-23, 25-7, 21-25, 13-15) - Bónus-steypafinalan hjá kvinnum

 

Dráttur fyllir 40 ár í dag, og kundi tí ikki fingið eina betri føðingardagsgávu.

 

Hetta er fyrstu ferð síðani 2015, at Dráttur vinnur steypafinaluna. 

 

Dagsins leikari í dystinum gjørdist Anja Danielsen frá Fleyr.

 

##med2##