Bónus: Kvinnuunglingarnir hjá SÍ vunnu finaluna

Í finaluni vann SÍ á Mjølni

SÍ er Bónus-steypavinnari hjá kvinnuunglingum.

 

Í finaluni vann SÍ greitt á Mjølnir.

 

Um dystin skrivar FBF: - Talan bleiv ongantíð um ein veruliga spennandi dyst.

 

SÍ luttók í seks av finalunum í Bónuskappingini, og við sigrinum hjá kvinnuunglingunum tók SÍ fimm sett av gullheiðursmerkjum og steypum heimaftur við til Sørvágs.

 

Ikki kann sigast annað enn, at Christiano R. Campos, venjari hjá SÍ, hevur hildið á, har Rajko Petrovic slepti.

 

SÍ vann fyrsta sett greitt, men í øðrum setti var Mjølnir betur við, og meira spenningur var í hesum settinum. Tó kom Mjølnir ongantíð nærhendis eini hóttan av sigrinum hjá SÍ

 

Dagsins leikari í dystinum var Sofía Weihe Simonsen úr SÍ. Skrivar FBF.