Bónus: SÍ vann steypafinaluna í gentur 12

SÍ vann á KÍF í finaluni

Mynd: FBF

So hevur fingið enn ein Bónus-steypavinnara.

 

Í finaluni gentur 12 vann SÍ 2-0 á KÍF í høllini á Hálsi.

 

SÍ-KÍF 2-0 (25-10, 25-18)

 

Um dystin skrivar FBF: - Ongin ivi hevur í nógv ár verið um, at SÍ hevur eitt avbera gott ungdsómsarbeiði í flogbólti, og at nógvir gávuríkir ungir leikarar koma úr Sørvági og úr Vágum annars.

 

Ein av teimum avbera stóru talentunum, sum føroyskur flogbóltur og sørvingar eiga, er Anna Katrina í Haraldstovu.

 

Anna Katrina og hinar genturnar úr SÍ vunnu í dag greiðan sigur á KÍF og eru harvið vinnarar av Bónuskappingini 2024 fyri gentur 12. Væntast kann, at føroyski flogbóltsheimurin fer at hoyra munandi meira um Onnu Katrinu, sum tíðin gongur.

 

KÍF-liðið, sum tapti, er í stóran mun skapt av eini eldsál og mammu, Iris Johnsson, sum fyri fáum árum síðani byrjaði at arbeiða sum venjari við einum sera lítlum árgangi í Kollafirði. Í ár megnaði hon at leiða hesar genturnar til finalurnar í Bónus steypakappingini.

 

Dagsins leikari í dystinum gjørdist ikki óvæntað Anna Katrina í Haraldstovu. Skrivar FBF.

 

Mynd: FBF