Í samband við mentanarvikuna í Runavíkar kommunu hesa vikuna, verður eitt øðrvísi søluátak í Skótahúsinum við Løkin um vikuskiftið.
Sølutiltakið læt upp nú klokkan 11, og vit hava fingið nakrar myndir sendandi, sum vórðu tiknar í gjár, tá gjørt varð klárt til tiltakið.
Felags fyri tær fleiri enn 20 smáfyritøkurnar, sum eru við á sølustevnuni, er, at tær dagliga ikki hava nakran sýnisglugga uttanum internetið.
Hetta eru smáfyritøkur, sum fáast við praktisk og kreativ ting av alskyns slag.
Á sølutiltakinum verður eisini møguleiki at sígga, hvussu ymiskar vørur og lutir vera framleidd.
- Her verður eisini verður møguligt at gera sínar egnu smúkkur ella sniðgeva sær onkra gávu til eitt nú mammudagin hjá onkrum av luttakarunum.
Í dag klokkan 14 fer Sóley Leo Steintún at framføra, og klokkan 15 fer Marjun Wolles at hava stórt Syngið-við-tiltak við børnum.
- Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir av hesum serstaka og forvitnisliga tiltakinum í Skótahúsinum við Løkin.
Lagt verður aftrat, at tiltakið, sum er kent undir heitinum Pop-Up marknaður, læt upp nú klokkan 11.
Her eru nakrar myndir frá fyrireikingunum til tiltakið í gjárkvøldið.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##