Brek var orsøk til streymslit

Um midnáttarleitið fór streymurin í meginøkinum og var burtur um í umleið ein tíma

– Tað var eitt brek á 60kV netinum, sum var orsøk til streymslit í parti av meginøkinum í nátt.

 

Tað skrivar SEV í kunning um streymslitið í nátt.

 

Streymurin fór um midnáttarleitið og var burtur í ein lítlan tíma.