Bretskur rørleggjari fær lívstíðardóm fyri yvirgang

28 ára gamli Khalid Ali varð í gjár dømdur tríggjar lívstíðardómar – millum annað fyri ætlan um kníválop við tjóðartingið.

Ein 28 ára gamal bretskur maður varð í gjár dømdur lívlangan fongsul fyri at hava gjørt spreingievni fyri hernaðarliga bólkin Taliban og fyri at hava havt ætlanir um kníválop við tjóðartingið í London.

 

Maðurin, Khalid Akl, varð í apríl í 2017 handtikin av vápanðari løgreglu á eini gøtu framan fyri tjóðartingið við trimum stórum knívum krógvaðum undir klæðunum.

 

Handtøkan varð framd beint áðrenn Ali ætlaði at leypa á ein løgreglumann, ein lim í bretska trygdarliðnum ella ein politikarar.

 

Tað kom fram undir rættarmálinum í síðsta mánaði.

 

Khalid Ali, sum er útbúgving rørleggjari, varð týsdagin dømdur sekur í  at hava havt ætlanir um eitt yvirgangsálop í Stórabretlandi og fyri at hava spreingievni í varðveitslu.

 

Í gjár gjørdi Nicholas Hillard, dómari, av, at døma Khalid Ali tríggjar lívstíðardómar.

 

– Eg eri fullkomiligar vísur ír, at tú vart í Afghanistan. Tú vart ein virðismettur limur av einum liði, sum hevði gjørt spreingiløðingar, sum vóru sprongdar í kríggi áðrenn januar og juli í 2012, segði dómarin tá dómurinv arð sagdur.

 

Dómarin legði afturat, at ætlaða álopið var ein roynd at »fáa mest møguligt uppmerksemi« millum fólkið.

 

– Eg er als ikki í iva um, at tað var ein stórur váði fyri, at tú hevði fram harðskap aftur íf ramtíðin, sum hevði kostað mannalív ella elvt so stóran og álvarsaman skaða, segði Nicholas Hillard, dómari.

 

Khalid Ali kom aftur til Bretlands úr Afghanistan í 2016. Her var ætlan hansara sambært ákærunum at fremja »eitt deyðilig yvirgangsálop á landsins fólkaræði«.

 

Undir rættarmálinum hevur Khalid Ali fleiri ferðir viðgingið, at hann hevur gjørt spreingievni í Afghanistan. Hann reypaði enn tá av at hava sprongt 300 bumbur.

 

Undir avhoyringunum hjá løgregluni segði Khalid Ali, at hann heðvi eini boð til bretsku myndugleikarnar:

 

Jihad er tað, vit gera, ljóðaðu boðini frá tí nú yvirgangsdømda rørleggjaranum.

 

/ritzau/AFP