Burn: H71 hevur vunnið seg í FM-finalurnar

H71 vann eisini seinnu FM-hálvfinaluna móti Kyndli

H71 skal enn eina ferð spæla FM-finalur í Burn mansdeildini.

 

H71 vann eisini seinnu FM-hálvfinaluna móti Kyndli.

 

H71 vann 30-26 á Kyndli í seinnu FM-hálvfinaluni, ið var leikt í Hoyvíkshøllini í kvøld. Kyndil var annars á odda 14-13 í steðginum. 

 

Bogi Hansen var toppskjútti hjá H71 við átta málum. Tobias Thisen var toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum.

 

Í fyrru FM-hálvfinaluni í høllini á Hálsi vann H71 31-26 (16-8) á Kyndli. 

 

H71 møtir vinnarunum av uppgerðini millum VÍF og KÍF. Har stendur á jøvnum 1-1 í uppgerðum. VÍF og KÍF spæla triðju og avgerandi FM-hálvfinaluna í Vestmanna komandi hóskvøld klokkan 19.30.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá 2. FM-hálvfinaluni millum H71 og Kyndil:

 

##med2##