Burn: KÍF vann stórsigur á VÍF í 1. FM hálvfinaluni

KÍF vann níggjumálssigur á VÍF

1. FM hálvfinalan í Burn mansdeildini millum KÍF og VÍF var leikt í høllini í Kollafirði í kvøld.

 

KÍF vann stórsigur 33-24. Í steðginum vóru kollfirðingar á odda 17-13. VÍF nærkaðist veruliga ongantíð KÍF í seinna hálvleiki.

 

Rasmus Søby var toppskjútti hjá KÍF við átta málum. Toppskjútti hjá VÍF við fimm málum var Hallur Arason.

 

Sunnudagin klokkan 16 spæla liðini aðru FM hálvfinaluna í høllini í Vestmanna. Vinnur VÍF tann dystin verður triðja og avgerandi FM hálvfinalan leikt í høllini í Vestmanna komandi hósdag, 18. apríl klokkan 19.30.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá 1. FM hálvfinaluni millum KÍF og VÍF:

 

##med2##